Hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku
Maðurin er eisini vístur av landinum, og hevur ikki loyvi at koma aftur higar í tíggju ár
Føroya rættur dømdi mannin eftir lógini um, at sex krevur samtykki.
 
28.05.2024 - 11:08

Ein maður fyrst í tjúgunum fekk hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti í morgun.

Hann var ákærdur og dømdur fyri neyðtøku, fyri oralsex, sum hann noyddi ein javnaldrandi kvinnu til á einum vesi í einum skeinkingarstaði í Havn 10. mars í ár.

Maðurin noktar seg sekan.

Hann er vístur úr Føroyum. Hann hevur ikki loyvi til at koma higar í tíggju ár.

 

Ákæruvaldið kravdi tvey ár

Maðurin var fluttur í varðhaldið eftir, at hann fekk dómin í morgun.

Ákæruvaldið kravdi tvey ár.

Maðurin er dømdur eftir lógini um, at sex krevur samtykki.

Eftir gomlu lógini hevði hann fingið minni enn eitt ár.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804