Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni gevst fríggjadagin

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni gevst fríggjadagin
Avtalan verður ikki longd, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum
Sandoyartunnilin ger tað púra natúrligt at hava sjúkrabil standandi á Landssjúkrahúsinum, heldur enn í Sandoynni, sigur forstjórin í Sjúkrahúsverkinum.
 
28.05.2024 - 16:15

Avtalan um sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni fer úr gildi 31. mai, og hon verður ikki longd.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

- Sandoyartunnilin ger tað púra natúrligt at hava sjúkrabil standandi á Landssjúkrahúsinum, heldur enn í Sandoynni, sigur hann.

 

Steinar Eirikstoft.

 

Í lesarabrævi í gjár spyr Fríðfinn Nicolajsen, sum hevur verið leiðari fyri Sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni síðani 2018, hvussu tað fer at rigga, nú sjúkrabilur úr Havn skal taka sær av Sandoynni.

"Eitt er heilt sikkurt. Tíðin, tað hevur tikið okkum at koma á staðið, og tíðin, tað tekur at fáa bil úr Havnini, fer ikki at kunna samanberast", skrivar Fríðfinn Nicolajsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28052024_Sjukrabilur_og_Sandoyggin


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585