- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tólv býta 10 milliónir stuðulskrónur
Tólv býta 10 milliónir stuðulskrónur
39 umsóknir komu. Søkt var um 36 mió. kr.

Bergur Rønne Moberg hevur fingið 625.000 kr. til at skriva ævisøgu um William Heinsen.
05.06.2024 - 06:28
Tólv verkætlanir hava fingið 9,9 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.
39 umsóknir komu. Søkt var um 36 mió. kr.
Av teimum 12 verkætlanunum eru sjey ph.d. verkætlanir.
67 prosent av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33 prosent menn.
Størsti stuðulin er 1,6 milliónir.
Hann fingu Pætur Zakariasson til Ph.d. verkætlan, sum eitur "Frá firring til luttøku - ein kanning av fráveru og luttakandi virki í undirvísingarumhvørvum í Føroyum" og Helena L. Mortensen til Ph.d. verkætlan, sum eitur "Náttúra og veðurlagskreppa úr barnaeygum - ein vistgreinandi og frásagnarfrøðilig viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi".
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV

























