12.000 kr. í leigu fyri 83 fermetrar frá Bústøðum

12.000 kr. í leigu fyri 83 fermetrar frá Bústøðum
Depositum er góðar 34.000 krónur, sum skal rindast, tá sáttmálin verður undirskrivaður
Íbúðirnar hjá Bústøðum á Heimasta Horni í Havn eru nú útleigaðar.
 
17.06.2024 - 09:03

Tær 22 íbúðirnar hjá Bústøðum á Heimasta Horni í Havn eru nú útleigaðar.

Tað upplýsa Bústaðir fyri Kringvaprinum. 

Leigan fyri íbúðirnar, sum eru umleið 83 fermetrar brutto, er 11.300 kr. Haraftrat skal gjaldast fyri orkunýtslu: 500 krónur fyri hita og fyri el.

Samlaða gjaldið kann tí roknast við at fara væl upp um 12.000 krónur. 

 

 

34.000 kr. í depositum

Depositum er góðar 34.000 krónur, sum skal rindast, tá sáttmálin verður undirskrivaður.

Bústaðir hava 22 íbúðir á Heimasta Horni.

17. mai fingu 600 fólk á bíðilistanum tilboð um at leiga íbúðirnar. 10 tóku av, og skrivaðu undir sáttmála 3. juni.

4. juni fingu 871 fólk á bíðilistanum tilboð um at leiga, og tá vóru hinir 12 leigusáttmálarnir gjørdir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650