Tyrlan eftir sjúkum ferðafólki við útlendskum ferðafólkaskipi

Tyrlan eftir sjúkum ferðafólki við útlendskum ferðafólkaskipi
Skipið var 70 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi, á veg suðureftir úr Íslandi
Tað hendir av og á, at ferðafólkaskip biðja um hjálp, tí ferðafólk eru vorðin sjúk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.06.2024 - 08:26

Seinnapartin mikudagin var onnur tyrlan hjá Atlantic Helicopters eftir sjúkum ferðafólki, sum var við útlendskum ferðafólkaskipi.

Skipið var 70 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi, á veg suðureftir úr Íslandi.

Skipið bað um hjálp frá bretskari bjargingartænastu, sum vendi fær til MRCC í Føroyum. 

 

Flutt á Landssjúkrahúsið

Sjúka ferðafólkið var flutt á Landssjúkrahúsið.

Tað hendir av og á, at ferðafólkaskip biðja um hjálp, tí ferðafólk eru vorðin sjúk.

23. mai var tyrlan hjá skipi, sum var tíggju fjórðingar norðan fyri Viðoynna.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542