Lestrarstuðul gevur nú størri barsilsstuðul

Lestrarstuðul gevur nú størri barsilsstuðul
Tey, sum júst eru liðug at lesa, fáa skjótt somu tøku inntøku frá Barsilsskipanini, sum tey fingu í lestrarstudningi 
Tey, sum júst hava fingið sær eina útbúgving, fáa nú fleiri pengar frá Barsilsskipanini.
 
22.06.2024 - 11:48

Tey, sum júst eru liðug at lesa, fáa skjótt somu tøku inntøku frá Barsilsskipanini, sum tey fingu í lestrarstudningi. 

Studningur er ein skattafrí inntøka.

Men Barsilsskipanin roknar alla inntøku sum skattskylduga A-inntøku. 

Tá studningurin verður tikin við í útrokningargrundarlagið hjá Barsilsskipanini, fáa tey nýútbúnu nógv minni í tøkari inntøku í barsilsgjaldi, enn tey fingu í studningi.

Men hetta er nú broytt, so tey fáa tað sama í barsilsgjaldi, sum tey fingu í lestrarstudningi.

Stutt freist av góðum grundum

Uppskot um kunngerð um, hvussu barsilsgjaldið verður roknað, er sent til hoyringar.

Freistin er stutt, hon er bara til 9. juli á middegi.

Men tað hevur sína orsøk, sigur Umhvørvismálaráðið.

Tí broytingin kemur í gildi 1. juli.

Og fyrsta útgjaldið sambært henni er síðst í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025