Álopið við Sandá: Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur

Álopið við Sandá: Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið, noktar seg sekan
Skuldsetti maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslin verður longd, og tí skuldi hann ikki í rættin. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 09:49

Maðurin, sum var tikin fyri at leypa á eina kvinnu á Argjum sunnukvøldið 28. apríl, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur aftrat.

Tað góðtók hann sjálvboðin, so hann skuldi ikki í rættin. 

Ein kvinna var álopin á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum.

Ein maður var tikin eitt korter eftir álopið. Hann var tikin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið, noktar seg sekan.

Politiið kannar framvegis málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV