Vallisti í Hvalba hevur eittans endamál: At leggja saman við Tvøroyri

Vallisti í Hvalba hevur eittans endamál: At leggja saman við Tvøroyri
Janus Thomsen, borgarstjóri, sum mælti til kommunusamanleggingina, fer at taka stig til listan, ið skal stilla upp á kommunuvalinum
Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
 
25.06.2024 - 13:13

Tá kommunuval verður í heyst, fáa hvalbingar høvi at atkvøða fyri einum lista, sum hevur eittans endamál: kommunusamanlegging við Tvøroyri.

Hesum boðaði Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, frá á bygdaráðsfundi í gjár.

Á fundinum viðgjørdi bygdaráðið úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni, sum var 15. juni, tá hvalbingar søgdu nei til kommunusamanlegging.

Janus Thomsen var íðin forsprákari fyri samanlegging, og eftir fólkaatkvøðuna, segði hann eisini, at tosið um samanlegging neyvan fór at halda uppat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25062024_Samanleggingarlisti

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541