Fer frá sum aðalstjóri, men verður ráðgevi í Løgmálaráðnum

Fer frá sum aðalstjóri, men verður ráðgevi í Løgmálaráðnum
Kanningarleiðarin sigur í niðurstøðuni, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini
Løgmansskrivstovan og Turid Arge hava gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2024 - 10:38

Turid Arge fær eina átalu og fer frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Samstundis verður hon ráðgevi í Løgmálaráðnum.

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá.

 

Brotið tænastumannalógina

Løgmansskrivstovan hevur fingið endaligu frágreiðingina frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved, sum hevur gjørt tænastumannakanningina av Turid Arge, nú fyrrverandi aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.

Kanningarleiðarin staðfestir í sínari niðurstøðu, at tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum.

Kanningarleiðarin sigur í sínari niðurstøðu, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Sambært grein 9, stykki 1 í tænastumannalógini, skal tænastumaður:

"samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir."
 

 

Ráðgevi í Løgmálaráðnum

Løgmansskrivstovan og Turid Arge hava samstundis gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. 

Semjan merkir, at Turid Arge varðveitir sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.

Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.

Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur.

Øll niðurstøðan hjá kanningarstjóranum kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519