Skógareldar á frítíðaroynni Kos

Skógareldar á frítíðaroynni Kos
Fleiri hundrað fólk eru flutt burtur, men danska TV2 veit at siga í morgun, at nú er trygt hjá ferðafólkum at fara aftur á gistingarhúsini
Størstu eldarnir á Kos eru við býin Kardamena.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.07.2024 - 09:56

Skógareldar herja í løtuni á kendu griksku frítíðaroynni Kos. Størstu eldarnir eru við býin Kardamena, har fleiri hundrað fólk, lokal eins væl og ferðafólk, eru flutt burtur til tryggari støð á oynni. 

Seint í gjárkvøldið bleiv sagt, at eldurin nærkaðist vegnum, sum knýtir Kardamena saman við altjóða flogvøllin á oynni, skamt frá turkiska meginlandinum.

Eisini á oynni Chios herja skógareldar í løtuni.

Tað hevur verið turt leingi, og tá tað so eisini er óvanliga nógvur vindur á leiðini, skapar tað umstøður, sum fleiri samanbera við eina svávuldós.

Fleiri enn 100 sløkkiliðsfólk stríðast móti eldunum á Kos og Chios, og tey fáa hjálp frá 11 flogførum og fimm tyrlum, sum stoyta vatn á skógareldarnar.

 

Tamarhald á eldunum

Í morgun skrivaði danska TV2, at ferðafólk hava fingið sms-boð um, at tamarhald er á skógareldunum, og at tað nú er trygt hjá teimum at fara aftur á gistingarhúsini, haðani tey vórðu flutt burtur í gjár.

Grikski forsætisráðharrin Kyriakos Mitsotakis sigur sambært Sky News, at roknast kann við fleiri skógareldum í summar, tí summarið hevur verið ógvuliga turt, samstundis sum tað er óvanliga nógvur vindur.

Í fjør kravdu skógareldar meir enn 20 mannalív í Grikkalandi, og nærum 20.000 fólk máttu rýma undan skógareldunum. Griksku myndugleikarnir sett fleiri fólk og styrkt tilbúgvingina í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862