Orban hittir kinesiska forsetan í Beijing

Orban hittir kinesiska forsetan í Beijing
Hetta er onnur ferðin í tveir mánaðir, at ungarski forsætisráðharrin hittir Xi Jinping
Kina er týdningarmikil leikari í arbeiðnum fyri friði millum Ukraina og Russland, sigur ungarski forsætisráðharrin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2024 - 15:18

Ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban hitti í dag kinesiska forsetan Xi Jinping í Beijing, eftir at hava vitjað í Ukraina og Russlandi í síðstu viku.

Tað eru bara tveir mánaðir síðani, at teir báðir hittust, tað var tá ið Xi var í Ungarn í sambandi við eina ferð til Evropa.

Eftir fundin skrivaði Orban á Facebook, at skal kríggið í Ukraina enda, er tað treytað av stórveldunum USA, ES og Kina - umframt Ukraina og Russlandi. 

Orban skrivaði eisini á X, at Kina er týdningarmikil leikari í arbeiðnum fyri friði millum Ukraina og Russland, og staðfestir, at hetta er orsøkin til fundin við Xi.

Sambært stuttari fráboðan frá kinesiska uttanríkisráðnum, skuldu Orban og Xi tosa saman um felags áhugamál.

Ungarn tók við formansskapinum í ES 1. juli. 

 

Verið í Ungarn og Russlandi

Tað fyrsta, sum Orban gjørdi, var at vitja Ukraina og Russland, og hann mælti báðum londunum til vápnahvíld.

ES-leiðarar, Ukraina og USA funnust hvassliga at ferðini hjá Orban til Moskva.

Ungarn skilir seg frá øðrum ES-londum, tí stjórnin hjá Orban vil ikki veita Ukraina vápn. 

Hann er fyrsti ES-leiðari, sum vitjar Moskva síðani apríl 2022, og samstundis var tað fyrsta vitjan hansara í Ukraina, síðani Russland leyp á landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852