Barnsburðarfarloyvi: Ein fíggjarligur smeitur

Barnsburðarfarloyvi: Ein fíggjarligur smeitur
Útgjaldshámarkið í barsilsskipanini er júst hækkað úr 25 túsund upp í 30 túsund krónur. Men tað eru framvegis nógv, sum vera rakt fíggjarliga tá tey fara í barnsburðarfarloyvi
Hóast útgjaldshámarkið er hækkað, eru tað framvegis nógv, sum vera rakt fíggjarliga tá tey fara í barnsburðarfarloyvi. (Savnsmynd)
 
10.07.2024 - 16:08

Ein góður triðingur av kvinnunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum eru millum 20 og 40 ára gamlar, tjena meira enn hámarkið fyri barsilsútgjaldið.

Vanligasta lønin hjá hesum kvinnunum (medianlønin) er sambært Hagstovuni 36.200 krónur.

Hjá nógvum kostar tað sostatt 6.200 krónur fyri hvønn mánað í barnsburðarfarloyvi, tá tær ikki fáa løn frá arbeiðsgevaranum. Talið er sjálvsagt ymiskt, alt eftir hvat kvinnan tjenar.

Lutfalsliga hevur hámarkið verið munandi hægri enn tað er í dag.

Í 2001 kundu tey, sum fóru í barnsburðarfarloyvi, fáa í mesta lagi 35.000 krónur í barnsburðargjaldi. Í 2004 var hámarkið sett niður, úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur.

Og har hevur tað ligið, til 1. juli í ár, tá ið tað aftur verður sett upp í  30.000 krónur. 

35.000 krónur í 2001 høvdu størri virði enn 35.000 krónur í dag. Ein máti at meta um, hvar hámarkið í veruleikanum lá í 2001, er at prístalsjavna tað. 

Og sambært Maluni Johansen, stjóra í Landsbankanum, kundu tey, sum fóru í barnsburðarfarloyvi í 2001, fáa upp til tað sum í dag svarar til góðar 49.000 krónur.

Spyrt tú Kára Holm Johannesen, leiðara á hagdeildini á Hagstovuni, hvar hámarkið skuldi ligið, um tað skuldi umfata 95 prosent av kvinnunum í aldrinum 20 til 40, so er svarið, at tað skuldi upp á 50.000 krónur.

 

 

Barsilsskipanin var sett í verk í 2001. Endamálið er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívinum hjá barninum. 
Talan er um felags skipan hjá løntakarum og arbeiðsgevarum í Føroyum.
Við nøkrum undantøkum skulu øll, sum eru millum 16 og 66 ár, og hava fulla skattskyldu í Føroyum, lata ein prosentpart av síni a-inntøku til skipanina
Løgtingið ger av, hvussu stórur prosentparturin skal vera. Í løtuni er hann 0,86%.

 

Í sambandi við nýggjastu broytingina í Barsilslógini var í hoyringarsvarum varpað ljós á, at hækkingin av hámarkinum ikki var nøktandi, og á trupulleikan við at hetta markið framvegis ikki fylgir prís - og lønarvøkstri. Her eru brot úr nøkrum hoyringarskrivum:

 

Fakfelagssamstarvið:

Sum nú er kann barsil verða eitt stórt fíggjarligt bakkast fyri tey, sum fáa hægri løn enn útgjaldið, og sum ikki hava rætt til fulla løn undir barsilsfráveru eftir kollektivum sáttmála.

Í øðrum lagi eigur útgjaldið at hækka samsvarandi lønarvøkstrinum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta fyri at tryggja, at útgjaldið ikki alla tíðina dragnar frá lønarlagnum.

 

Samverk:

Vit vilja tilmæla at arbeitt verður víðari við málinum, soleiðis, at hægsta útgjaldið úr barsilsgrunninum kemur uppá umleið 40.000 krónur og útgjaldið úr barsilsskipanini frameftir kemurat fylgja lønargongdini á Føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Yngri læknar Føroyar:

Hámarksútgjaldið úr barsilsrunninum er ikki endurskoðað í nógv ár, men lønirnar eru hækkaðar munandi hesi árini.

Tað viðførur, at ein vaksandi partur av arbeiðsfjøldini fær lønarmiss av at fara í barnsburðarfarloyvi. 

Vit meta, at útgjøldini úr barsilsgrunninum skulu fylgja lønarviðurskiftunum og inflatiónini.

Barsilsgrunnurin verður fíggjaður við einum prosentgjaldi av lønarinntøkunum hjá arbeiðsfjøldini, og tað eigur, at vera haldbart, at leypandi hækka hámarksútgjaldið. 

Hetta er tí, at tá lønarinntøkurnar vaksa, so vaksa inngjøldini í barsilsgrunnin samsvarandi, og tað eigur at koma arbeiðatakaranum til ágóðar.

 

Yrkisfelagið Miðnám:

Hækkingin er lítil, og tekur ikki atlit til bæði øktar fíggjarligar útreiðslur í gerandisdegnum og tí, at hægsta útgjaldið frammanundan er lágt.

Limir okkara mugu tí niður í løn um teir skulu í barsil, og hetta streingir familjur óneyðugt.

Hóast hægsta útgjaldið fer upp, so fer tað ikki so langt upp, at tað broytir reellu støðuna hjá barnafamiljum.

 

-, og tekur ikki atlit til bæði øktar fíggjarligar útreiðslur í gerandisdegnum og tí, at hægstaútgjaldið frammanundan er lágt.  Limir okkara mugu í niður í løn, um teir skulu í barsil, og hetta streingir familjur óneyðugt.Hóastægsta útgjald fer upp, so fer tað ikki so langt upp, at tað broytir reellu støðuna hjá barnafamilju

Dagført 11. juli, kl. 08.30: Í greinini stóð, at barsilsgjaldið hækkaði 1. juni, men hetta eigur at vera 1. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976