Russland eftirlýsir Juliu Navalnaja

Russland eftirlýsir Juliu Navalnaja
Einkjan eftir Aleksej Navalnyj kann vænta at verða handtikin, um hon kemur til Russlands
Julia Navalnaja hevur í fleiri ár búð í útlegd,
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.07.2024 - 08:30

Russland eftirlýsir nú Juliu Navalnaja. 

Julia Navalnaja er einkjan eftir russiska andstøðuleiðaran Aleksej Navalnyj, sum 16. februar doyði í einari fangalegu í Sibiria.  

Tað skrivar tíðindastovan NTB, sum endurgevur almenna russiska miðilin RIA Novosti. 

Síðan maðurin doyði, hevur Julia Navalnaja hildið fram við stríðnum hjá manninum, og er vorðin ein av fremstu andstøðuleiðarunum móti russisku stjórnini og forsetanum, Vladimir Putin.

Sambært rættarskjølum verður Julia Navalnaja ákærd fyri at vera í einum víðgongdum bólki.

Navalnaja hevur í fleiri ár búð í útlegd, men við nýggju eftirlýsingini kann hon vænta at verða handtikin, um hon stígur fótin á russiska jørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751