Arktis fær breiðband

Arktis fær breiðband
Hetta er størsta rúmdarverkætlan higartil, og er byrjanin til nýtt tíðarskeið fyri norska rúmdarferðing, sigur norski verjumálaráðharrin
(Savnsmynd: Pixabay)
 
12.07.2024 - 09:46

Størsta rúmdarverkætlan í Noregi, Space Norway, skjýtur í næstu viku upp tveir stórar fylgisveinar, sum kunnu veita Arktis breiðband.

Tað skrivar Space Norway í tíðindaskrivi, sambært NRK.

Fylgisveinarnir verða skotnir út frá Vandenberg Space Force Base í Kalifornia í USA við eini Falcon 9 rakett frá SpaceX.

- Hetta er higartil størsta rúmdarverkætlan, og er byrjanin til nýtt tíðarskeið fyri norska rúmdarferðing. Tá ið fylgisveinarnir eru komnir í røttu ringrás og tillagingar eru gjørdar, kunnu vit veita øllum Arktis samskifti um breiðband, sigur norski verjumálaráðharrin Bjørn Arild Gram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952