Samstarv við øll Norðurlond um ættleiðing

Samstarv við øll Norðurlond um ættleiðing
Landsstýrið vil sleppa at gera avtalur um ættleiðing við øll Norðurlond og ikki bara við Danmark sum galdandi lóg sigur
Landsstýrið fer at biðja løgtingið um loyvi til gera avtalur um ættleiðing við onnur lond enn Danmark.
 
12.07.2024 - 06:26

Landsstýrið vil sleppa at gera avtalur um ættleiðing við øll Norðurlond og ikki bara við Danmark sum galdandi lóg sigur.

Uppskot er gjørt um at broyta ættleiðingarlógina.

16. januar boðaði felagsskapurin Danish International Adoption, DIA, frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. 

DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum miðlaði ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.

Uppskot er eisini um fyribils staðseting hjá barni, sum verður ættleitt uttan samtykki.

Endamálið við tí er at tryggja, at føroyingar kunnu greipast við eitt barn, sum er føtt í ríkinum og leysgivið til ættleiðing, tað sum eitur innanlands fremmandaættleiðing. 

Fylgibroytingar vera gjørdar í foreldramyndugleikalógini, so tey, sum barnið fyribils verður staðsett hjá, fáa foreldramyndugleikan, so leingi barnið fyribils er staðsett.

Uppskotið um broytingar í ættleiðingarlógini er sent til hoyringar. 

Hoyringarfreistin er 16. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542