Nýtt apotek kemur í Miðvági

Nýtt apotek kemur í Miðvági
Eftir ætlan verður klárt at lata upp eftir ársskiftið
Eitt nýtt apotek letur upp í Miðvági eftir ársskiftið
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
19.07.2024 - 18:49

Eitt nýtt apotek letur upp í Miðvági komandi vár.

Tað skrivar Heilsumálaráðið á síni heimasíðu.

Fólkatalið í Vágum er vaksið seinastu árini, umframt at talið av ferðafólkum um Vága Floghavn alsamt veksur. Eitt nýtt apotek í Vágum fer væntandi eisini at gera, at trýstið verður minni á apotekini í miðstaðarøkinum, og at bíðitíðin har tískil styttist, skrivar Heilsumálaráðið.

Avtala er gjørd um eitt leigumál í Miðvági, og arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið verður eftir ætlan liðugt 1. januar 2025.

Síðst í mars segði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið, at málið er at hava eitt apotek fyri hvørji umleið 10.000 fólkini í landinum.

Apotekið í Miðvági verður fimta apotekið í Apoteksverkinum. Hini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.

Næsta stig í handilsætlanini hjá Apoteksverkinum er at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938