Árni Frederiksberg sparkaði KÍ til sigurs móti svensku meistarunum

Árni Frederiksberg sparkaði KÍ til sigurs móti svensku meistarunum
Føroyska liðið í Evropa eitur KÍ. Aftur í kvøld megnaðu klaksvíkingar at skaka Evropa og vinna á svensku meistarunum úr Malmö FF. 3-2 sigurin var tó ikki nóg mikið samanlagt
Enn einaferð var Árni Frederiksberg dagsins maður hjá KÍ
 
30.07.2024 - 21:50

Árni Frederiksberg og hansara vinstra bein vóru munurin, tá KÍ í kvøld megnaði at vinna 3-2 á svensku meistarunum úr Malmö FF við Djúpumýru í Klaksvík. Árni Frederiksberg legði upp til fyrsta málið og skeyt tey bæði næstu sjálvur. 

Harvið skapti KÍ enn einaferð eina lítla sensatión í evropiskum fótbólti í ár, hóast tað var ein sera brøtt brekka, ið KÍ skuldi niðan fyri at koma víðari í Champions League-kappingini. KÍ hevði eitt 1-4 tap við sær heim við úr Malmö. 

 

Løgdu bragdliga fyri

Men KÍ-leikararnir løgdu bragdliga fyri, tí longu í øðrum minutti legði Alexander Berntsson KÍ á odda, tá hann fekk fótin á eitt perluinnlegg frá Árna Frederiksberg, soleiðis at bólturin fór í einum bleytum boga upp um Malmö-málverjan. 

Yvirhøvur hevði 31 ára gamli brasilski málverjin hjá Malmö, Ricardo Henrique Schuck Friedrich, eitt kvøld, ið hann skjótt skal gloyma. Tað venda vit aftur til seinni. 

Hóast Malmö javnaði longu í 13. minutti, tá Hugo Bolin hegnisliga bleiv spældur fríur og lættliga skoraði, so var KÍ væl við í dystinum, uttan reiðiliga at megna at hótta Malmö-málið.

Hinvegin, so vóru Malmö-leikararnir heldur ikki serliga vandamiklir, so dysturin lá og vippaði rættiliga leingi, og tað var eisini javnleikur 1-1 í hálvleikinum. 

 

Árni lumpaði Ricardo tvær ferðir

Hallur Hansson, ið hevur verið uttanfyri við skaða í rættiliga langa tíð, bleiv sendur á vøllin í 56. minutti, og liðskiparin á føroyska landsliðnum hevði eisini eitt kvøld, hann skjótt skal gloyma. 

Tað allarfyrsta, ið Hallur Hansson gjørdi, var eitt brotsspark, ið tað eingin ivi var um. Brotssparkið setti danski Malmö-liðskiparin Andreas Christiansen sera trygt í netið, og so trúðu øll, at hatta var tað hjá KÍ. 


KÍ-leikararnir vóru skjótir at ugga Hall Hansson eftir dystin, har hann gjørdi eitt brotsspark og annars ikki hevði góða eydnu við tí, ið hann royndi

 

Men KÍ hevur Árni Frederiksberg á liðnum. Í fjør staðfesti Árni úti í Evropa, at hann hevur eitt vinstra bein og ein sparkiteknikk í heimsflokki. Og tað gjørdi hann aftur í kvøld. 

Tvær ferðir móti dystarenda lumpaði Árni Ricardo í Malmö-málinum. Fyrru ferð var beinleiðis upp á hornaspark, ið er nakað av tí mest mannminkandi, sum ein málverji kann uppliva.

Og sum um tað ikki var nokk, so endurtók Árni Frederiksberg fintuna í yvirtíðini, tá hann hølvaði eitt fríspark úr spískum vinkli úr høgru síðu beinleiðis í málið aftan fyri neyðars Ricardo, ið ikki visti síni livandi ráð. 

Við málunum er Árni Frederiksberg mest skorandi føroyingurin í evropiskum fótbólti, tí hann hevur skotið 11 mál í 10 dystum. 

 

Malmö víðari við 6-4 samanlagt

3-2 sigurin hjá KÍ er tó ikki nóg mikið fyri at koma víðari í Champions League-kappingini, tí Malmö FF vann samanlagt 6-4. Malmö FF skal nú royna at vinna seg í Champions League-bólkaspæli, men KÍ nú skal royna at vinna seg víðari í Europa League-kappingini. 

Sigurin er tó við til at styrkja støðuna hjá føroyskum fótbólti í Evropa, tí tað vóru altso ikki nakrir píningar, ið KÍ syfti í kvøld. Malmö FF-liðið er á tremur við royndum norðurlendskum landsliðsleikarum, bæði svenskum og donskum, ið hava spælt á fínum adressum í Evropa.

Nevnast kunnu Pontus Jansson, ið hevur spælt í Premiere League við Brentford, men eisini hevur umboðað feløg sum Torino og Leeds. Jens Stryger Larsen, sum flest føroyingar kenna frá danska landsliðnum, sum hann hevur umboðað 56 ferðir. Martin Olsson, ið hevur spælt við Blackburn, Swansea og Norwich, men eisini umboðað Svøríki. Og so sera dugnaligi perubúgvin á miðvøllinum, Sergio Fernando Peña Flores, ið hevur spælt 40 landsdystir fyri heimlandið. 

 

KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) 
Samanlagt 4-6

1-0 Alexander Berntsson (2.)
1-1 Hugo Bolin (13.)
1-2 Andreas Christiansen (brotsp. 59.)
2-2 Árni Frederiksberg (65.)
2-3 Árni Frederiksberg  (90.+5)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179