Mamma: "Hvar var hjálpin, tá sonurin hjá mær varð álopin?"

Mamma: "Hvar var hjálpin, tá sonurin hjá mær varð álopin?"
Eingin hjálpti til, tá ein 20 ára gamal maður varð álopin á Tórsfesti, og eingin tók sær av honum aftaná. Mamman, Evi Hallursdóttir Klejstrup, øtast
Mynd: Privatar myndir  
 
02.08.2024 - 09:45

Evi Hallursdóttir Lejstrup er stødd í Danmark, tá sonur hennara ringir til hennara úr Føroyum hálvgum fýra um náttina. 

Sonurin greiðir frá, at hann brádliga varð álopin av sjey fólkum, ið hann ikki kendi, sum millum annað brutu kjálkabeinið hjá honum. 

Sambært Evi Hallursdóttir Klejstrup hjálpti eingin til, tá ein 20 ára gamal maður varð álopin á Tórsfesti, og eingin tók sær av honum aftaná. Evi undrast.

"Hvar var hjálpin? Og hví ringdi eingin eftir einum sjúkrabili ella politinum, tá sonur mín var álopin og hølvaður av á Tórsfest?" spyr hon.


Evi Hallursdóttir Klejstrup (Mynd: Privat á Facebook)

 

Í Føroyum í summarfrí

20 ára gamli sonur Evi var í Føroyum og helt summarfrí og var farin í býin á Tórsfest saman við einum vinmanni. 

Hon ringir til ommuna, sum fer til Havnar eftir unga manninum. Hann er ikki staðkendur í Føroyum og fekk tí illa greitt frá, júst hvar hann var staddur.

Vaktirnir, sum høvdu steðgað bardaganum vóru farnir avstað aftur beinanvegin. Heldur ongin hjálp fekst frá samarittunum.

Sambært henni kom løgreglan ikki á staðið.

Teir vóru fleiri, sum lupu á unga mannin, men serliga ein gekk á odda.

 

Álopsmaður gekk leysur á ólavsøku

Á ólavsøku fekk Evi Hallursdóttir Klejstrup eitt sjónband sendandi, har tann, ið sigst vera álopsmaðurin, var á ólavsøku.

Evi Hallursdóttir Klejstrup spurdi løgregluna, hvussu álopsmaðurin kundi ganga leysur.

Hoyr samrøðuna við Evi Hallurdóttir Klejstrup. 

 

INNSLAG_Hardskapur_a_Torsfest_-_mamman

 

Tað verður mett, at 20 ára gamli sonur Evin kann fáa varðandi mein av hendingini .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493