Fýra mánaða treytaleysa fongsulrevsing fyri at sláa Mette Frederiksen

Fýra mánaða treytaleysa fongsulrevsing fyri at sláa Mette Frederiksen
Talan er um harðskap móti tænastumanni í arbeiði, ljóðar dómurin
 
07.08.2024 - 12:56

39 ára gamli póllendingurin, sum sló danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, í juni, var í dag dømdur fýra mánaða treytaleysa fongsulrevsing.

Maðurin sló Mette Frederiksen við knýttari hond á høgra yvirarm, og misti forsætisráðharrin fótafetið av slagnum. 

Talan er um harðskap móti tænastumanni í arbeiði, ljóðar dómurin.

 

Eisini útvístur

Í dóminum verður dentur lagdur á, at maðurin sjálvur hevur greitt frá, at hann kendi forsætisráðharran aftur.

Eisini hevur lívverjin hjá Mette Frederiksen greitt frá, at 39 ára gamli póllendingurin hevði ein aggressivan atburð, tá hann legði eftir forsætisráðharranum.

Sambært danska kringvarpinum var póllendingurin í sama viðfangi dømdur fyri fleiri smærri lógarbrot, sum einki hava við álopið á forsætisráðharran at gera.

Umframt fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing er póllendingurin útvístur úr Danmark í seks ár.

Maðurin tók við dóminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329