Útlendingastovan: Útlendskir ferðaleiðarar arbeiða uttan loyvi

Útlendingastovan: Útlendskir ferðaleiðarar arbeiða uttan loyvi
Útlendingastovan fær fáar umsóknir frá ferðaleiðarum um at arbeiða í Føroyum, tí arbeiða hesir ferðaleiðarar, ið ikki eru norðurlendingar, uttan arbeiðsloyvi
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2024 - 15:21

Tey eru fá, sum søkja um arbeiðsloyvi at vera ferðaleiðari í Føroyum. Tí er helst talan um, at teir nógvu útlendsku ferðaleiðararnir í Føroyum arbeiða uttan loyvi.

Tað sigur Kristina Ellendersen, løgfrøðingur á Útlendingastovuni.

Føroya ferðaleiðarafelag ger nú vart við, at nógvir útlendskir ferðaleiðarar, sum ikki eru norðurlendingar, arbeiða í Føroyum og tískil bróta útlendingalógina. 

Í nøkrum førum skulu útlendskar ferðaskrivstovur hava sent ferðaleiðararnar henda vegin.

Men um útlendskar fyritøkur senda sínar egnu ferðaleiðarar til Føroya, so krevst eitt vanligt arbeiðsloyvi, sigur Kristina Ellendersen.

Útlendingastovan hevur sæð fáar umsóknir um ferðaleiðaraloyvi. Tí er sannlíkt, at hesir arbeiða uttan arbeiðsloyvi.

 

INNSLAG_Utlendingastovan_um_utlendskar_ferdaleidarar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659