Nevnd skal geva loyvi til at kanna PKU-kort

Nevnd skal geva loyvi til at kanna PKU-kort
Ein nevnd skal nú veljast at taka avgerðir, um granskingarverkætlanir kunnu fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni 
PKU-royndin verður eisini kallað hælroynd.
 
19.08.2024 - 06:28

Ein nevnd skal nú veljast at taka avgerðir, um granskingarverkætlanir kunnu fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni. 

Fýra fólk skulu veljast í nevndina, og tað ger landsstýriskvinnan í heilsumálum.

Tvey fólk umboða Heilsustýrið, ein kliniskur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum verður í nevndini, og eitt fólk umboðar Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum.

Stjórin í Heilsustýrinum er formaður í nevndini. 

Nevndin verður vald fyri fýra ár í senn.

Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir PKU-kortskránna. 

Umsóknir um loyvi til gransking í PKU-kortskránni verða sendar Heilsustýrinum. 

Áðrenn loyvi verður givið til gransking, skal Vísindasiðseminevndin hava góðkent granskingarverkætlanina. 

Fyri at fáa atgongd til gransking í PKU-kortskránni, skal granskingarverkætlanin hava munandi samfelagsligan týdning.

Hon skal koma við týðandi íkasti til føroyska heilsugransking, sum kann koma føroyska fólkinum til gagns, sigur kunngerðin um PKU-kortini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558