Ukrainski uttanríkisráðharrin leggur frá sær

Ukrainski uttanríkisráðharrin leggur frá sær
Tingið fer væntandi at atkvøða um uppsøgnina í dag
Dmytro Kuleba leggur frá sær sum uttanríkisráðharri í Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2024 - 14:09

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, hevur biðið um at verða loystur úr starvi, skrivar Reuters.

Tingið fer væntandi í dag at atkvøða um uppsøgnina, sum vanliga bert er formlig.

Sambært Reuters, er uppsøgnin hjá Kuleba partur av størstu stjórnarbroytingum í Ukraina, síðani Russland gjørdi innrás í landið fyri 30 mánaðum síðani.

Reuters skrivar, at helst koma fleiri umbønir um at vera loyst úr starvi næstu dagarnar, nú fimm ráðharrar løgdu frá sær í gjár, í sambandi við nýggja byrjan, áðrenn veturin kemur, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026