Eldur enn ikki uppkláraður

Eldur enn ikki uppkláraður
Eingin niðurstøða er gjørd um, hví eldur kom í í Glyvra skúla mánamorgunin, og lærarar og næmingar máttu flytast úr skúlanum.
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
14.09.2024 - 17:29

Eldur kom í á einum vesi í niðastu hæddini, nærhendis fimleikarhøllini, og roykurin fór um tað mesta av skúlanum.

Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at hóast politiið hevði gjørt kanningar, var eingin niðurstøða gjørd.

- Tað tykist, sum at eldur er komin í ein pappírshaldara á vesinum, varð sagt.

Sum skilst, varð ein tendrari funnin nærhendis ruskspannini á vesinum, so møguliga hevur hann verið brúktur til at festa í við.

Í Glyvra skúla er forskúli og skúlagongd frá 1. til 3 flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053