Mál um neyðtøkuroynd og blúnisbrot fyri rættin

Mál um neyðtøkuroynd og blúnisbrot fyri rættin
Ein 44 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava roynt at neyðtaka eina 11 ára gamla gentu í november í 2021
Ákærdi maðurin noktar seg sekan, sigur ákæruvaldið. (Savnsmynd)
 
16.09.2024 - 12:46

Neyðtøkuroynd og blúnisbrot standa í ákæruritinum, sum verður lagt fyri Føroya rætt í morgin.

Ein 44 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava roynt at neyðtaka eina 11 ára gamla gentu í november í 2021.

Hann er eisini ákærdur fyri annað kynligt samband enn samlegu.

Sambært ákæruni nart hann við gentuna innan fyri klæðini.

Tað skal vera hent fyri november 2021, og gentan er tann sama sum í hinum førinum.

Maðurin er eisini ákærdur fyri blúnisbrot móti einari aðrari gentu í átta ár, frá 2009 til 2017.

Hann skal, sambært ákæruni, hava nortið við hana uttan á klæðunum.

Gentan er fødd í 2004.

Maðurin noktar seg sekan, sigur ákæruvaldið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329