Diplomatur við sterkum vilja

Diplomatur við sterkum vilja
VIKUGESTURIN: Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í Nora og nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini, hevur eina drívmegi, at royna at fáa sum best burturúr lívinum.
Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í Nora og forkvinna í Javnstøðunevndini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2024 - 13:34

Hon hevur altíð havt ein útlongsul, verið forvitin og elska at læra, og tað hevur sett dám á hennera lív.

Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í Nora og nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini, hevur starvast í Washington, verið sendikvinna í Íslandi, lisið í Keypmannahavn, fjakkað í Asia og arbeitt við altjóða og norðurlendskum samstarvi sum ráðgevi í Norðurlandaráðnum og Uttanríkismálaráðnum.

- Mær hevur altíð dámt væl at uppliva nýggjar mentanir og at læra, og eg havi helst ein vilja at royna at gera mínar ætlanir til veruleika, sigur Halla Nolsøe Poulsen, sum hevur ein serligan áhuga fyri norðurlondum.

 

Norðurlendskt samstarv hevur myndað arbeiðslívið
Sum stjóri í Nora arbeiðir hon við at menna sambandið millum Ísland, Grønland, Føroyar og Stranda-Noreg og lokal økir - serliga við at stuðla verkætlanum, sum londini kunnu samstarva um:

- Tað hevur stóran týdning við samstarvi millum norðurlond, tí saman standa vit sterkari, og vit hava eisini nógv at læra av hvørjum øðrum, vísur hon á.

 

Mugu upplýsa um týdningin av javnstøðu
Í august í ár gjørdist hon forkvinna í Javnstøðunevndini, og vil fegin arbeiða meira við at upplýsa um tann samfelagsliga týdning, javnstøða hevur:

- Vit mugu varpa ljós á, hvussu týdningarmikil javnstøða er fyri at menna okkara land. Ikki bert fyri kvinnur og einstaklingar, men fyri samfelagið sum heild - vinnuna, umsorganartænasturnar, politik, búskap og alt annað, sigur Halla Noløse Poulsen.

Halla hevur altíð sjálv kent stóra javnstøðu bæði sum barn og vaksin, og sum stjórnmálafrøðingur hevur hon áhuga fyri evinum, og heldur, at nógv er eftir at arbeiða fyri:

- Tað at javnstøðustríð ikki hevur fylt so nógv í mínum egna lívi, síggi eg sum jaligt. Men javnstøða vantar framvegis á nógvum økjum í samfelagnum - eitt nú tá tað kemur til umsorganaruppgávurnar í heiminum, løn og arbeiði, barsil og politiska umboðan, heldur Halla, sum vísur á, at vit áhaldandi mugu tosa um hesi viðurskiftir.

 

Vilja til lívið
Arbeiðslívið hevur fylt nógv í lívinum hjá Hallu, men eisini familjan, og henni dámar at savna fólk.

 

Fyri góðum tíggju árum síðani fekk Halla staðfest bróstkrabba. Hon er í dag frísk, men tað at hava havt eina so álvarsliga sjúku, hevur sett síni spor:

- Eg haldi, at tað lærdi meg at seta prís á hvønn dag, tú fært. Ikki at útseta ting, men royna at fáa sum best burturúr lívinum, meðan tú hevur tað, smílist Halla.

 

Lurtið eftir Vikugestinum her

1697929

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162