Privatu miðlarnir ilskast

Privatu miðlarnir ilskast
Í hvassorðaðari oddagrein í Sosialinum um vikuskiftið hartar blaðstjórin, Eirikur Lindenskov, sitandi landsstýri fyri einki at hava gjørt fyri at styrkja miðlalandslagið.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, er hvassorðaður í oddagreinini í Sosialinum um vikuskiftið, ið snýr seg um miðlastuðulin – ella rættari vantandi miðlastuðulin
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
21.09.2024 - 17:44

- Nú er valskeiðið hálvrunnið og tað hómast eingin vón fyri, at hetta landsstýrið bøtur skaðan. Heldur tvørturímóti er ætlanin at gera skaðan størri, skrivar Eirikur Lindenskov.

Hann sigur, at tá ið so eitt nýtt landsstýri kom til og nýtt samgonguskjal varð skrivað, hómaðist ein bati, tí nú skuldu umstøðurnar hjá privatu miðlunum bøtast.

Men tvørturímóti finst blaðstjórin á Sosialinum at Sirið Stenberg fyri at arbeiða beint ímóti hesum.

Eirikur Lindenskov undrast stórliga á, at ein politiskt útpeikað nevnd heldur pengum aftur til privatar miðlar, sum ikki vilja upplýsa keldur og háttalag fyri nevndini:

- Tað eru dømi um, at miðlar eru bidnir um hetta, sum slett onga meining gevur í einum frælsum miðlalandslagi, sigur hann og vísir í oddagreinini á, at “bløðini verða slept upp á fjall og teir siðbundnu miðlarnir sigla sín egna sjógv”.

- Ein møguleiki kann sjálvandi vera, at tíðin er farin frá bløðunum og teimum siðbundnu miðlunum, men tað er ikki eitt mál, ið viðkemur Sirið Stenberg, sigur hann.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Eirik Lindenskov:

2024-09-21-Eirikur-Lindenskov

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053