Kris Kristofferson er deyður, 88 ára gamal 

Kris Kristofferson er deyður, 88 ára gamal 
Country- og filmsstjørnan Kris Kristofferson, sum fleiri ferðir vitjaði í Føroyum, andaðist stillisliga í heimi sínum í Maui á Hawaii við familjuni rundan um seg
Kris Kristofferson vitjaði fleiri ferðir í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
30.09.2024 - 00:16

Maðurin og føroyavinurin, ið skrivaði hitt sum  “Sunday Mornin’ Comin’ Down,” “Help Me Make it Through the Night,” “For the Good Times” og “Me and Bobby McGee”, Kris Kristofferson, er farin í annað ljós.

Tað skrivar AP tíðindastovan. 

Eitt talsfólk fyri familjuna boðar sambært AP frá í telduposti, at Kris Kristofferson andaðist stillisliga í heimi sínum í Maui, kringsettur av sínum nærmastu. 

Eingin deyðsorsøk bleiv upplýst. Hann var 88 ár. 

 

Nógv stór hitt

Nógvir av kendastu sangunum hjá Kris Kristofferson eru mest kendir frá innspælingum hjá øðrum. Eitt nú framførdi Ray Price “For the Good Times” og Janis Joplin gjørdi “Me and Bobby McGee” til eitt verðinshitt.

Umframt at vera ein countrystjørna, so var Kris Kristofferson eisini ein Hollywood filmsstjørna. Hann spældi saman við Ellen Burstyn í Martin Scorsese-filminum frá 1974 “Alice Doesn’t Live Here Anymore” og saman við Barbra Streisand í filminum “A Star Is Born” frá 1976. Í nýggjari tíð er hann kendur frá filminum “Blade” frá 1998, har Kris Kristofferson spældi saman við Wesley Snipes.

Kris Kristofferson vitjaði í Føroyum, seinast í 2017, tá hann millum annað framførdi á G! festivalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666