Eingin heimahjálp verður bjóðað til eldri úti í Hesti

Eingin heimahjálp verður bjóðað til eldri úti í Hesti
Pápi Arnu Silvurstein bleiv sendur á ellisheim í Havn, tá hann í fjør hevði tørv á hjálp í heiminum
Arna Silvurstein úr Hesti talar at vantandi tænastuni til eldri í oynni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2024 - 16:47

Í fjør hevði pápi Arnu Silvurstein, sum er búsitandi í Hesti, tørv á hjálp í heiminum, fyri at at klára seg. 

"Hann hevði brúk fyri, at onkur hugdi reglugliga til hann, matskipan, tilhald og endurvenjing. Tað, man annars fær í Havn," greiðir Arna Silvurstein frá.

Men í staðin fyri at fáa hjálp í heiminum úti í Hesti, bleiv pápin sendur á ellisheim í Havn. 

Hetta heldur Arna Silvurstein, ið er limur í Staðbundnanevndini í Hesti, vera ov vánaligt. 

 

Als ikki nøktandi

Tænasturnar, sum Heilsu- og Umsorganartænastan veitur, er ikki nøktandi fyri tey, ið búgva úti í Hesti.

Pápi Arnu Silvurstein fekk í staðin bjóða umlætting, og aftaná tað kom ein frá kommununi at kanna tørvin hjá pápanum og tosa um, hvørjir møguleikar vóru.

"Har var eingin annar møguleiki enn at skriva hann inn á ellisheim í Havn," sigur Arna Silvurstein. 

 

Manglar eitt millumstig

Vánaliga tænastan til fólk er ikki nakað nýtt, tí Arna Silvurstein stóð í eini líkari støðu, tá omma og abbi hennara á sinni høvdu tørv á hjálp í heiminum.

"Tá var heldur eingin hjálp at fáa, og tá noyddust vit at leiga teimum eini hús í Havn, so tey kundu fáa ta hjálp í heiminum, tey høvdu tørv á, áðrenn tey sluppu inn á ellisheim.

Tað snýr seg um lívsvirði, heldur Arna Silvurstein.

"Lívsvirðið at búgva í egnum heimi sum longst, tað er tað besta fyri okkum øll. Eisini um tú kemur úr Hesti, kanska serliga, tá tú kemur av eini bygd, og so skalt noyðast út úr egnum heimi at búgva á ellisheimi. Tað er ikki optimnalt og eitt alt ov stórt lop. Tað hevði verið gott við onkrum millumstigi."

Eldraokid_i_Hesti

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329