Løgmaður: Arbeiða enn við mvg-frítøku av gerandisvørum

Løgmaður: Arbeiða enn við mvg-frítøku av gerandisvørum
Hóast mvg-frítøkan av gerandisvørum ikki er nevnt í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, so ætlar løgmaður framvegis at seta hetta í verk
 
07.10.2024 - 18:47

Tað skal verða bíligari hjá føroyingum at keypa gerandisvørur. 

Tað segði Javnaðarflokkurin í februar í 2022, tá flokkurin arbeiddi við at leggja uppskot fram at broyta mvg-lógina, og flokkurin endurtók hetta til valið í desember sama ár.

Men síðan tá hevur lítið verið at hoyrt um hetta, og mvg-frítøka á gerandisvørur er heldur ikki nevnt í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. 

- Men tað verður framvegis arbeitt við útrokningum - og síðan verður eitt uppskot lagt fyri tingið. Tað var ikki neyðugt at koyra mvg-frítøkuna á fíggjarlógina í hesum føri, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað eru vanligastu gerandisvørurnar, sum skulu frítakast fyri meirvirðisgjald, sigur løgmaður.

Hoyr innslag her:

mvg_fritoka_1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870