VIKUKJAKIÐ: Er vón fyri semju og samstarvi?

VIKUKJAKIÐ: Er vón fyri semju og samstarvi?
Poul F. Guttesen, Nina Brockie og Marna Jacobsen, ið vóru vikukjakarar hesa vikuna, umrøddu kríggið í Ísrael/Palæstina, lógarbroytingina um tillagað starv og havnaútbyggingar.
 
12.10.2024 - 12:55

Stríð og ósemjur hava myndað hesa vikuna bæði úti í heimi og her heima. Tí spyr vikupanelið - sum er mannað við Poul F. Guttesen, phd í teologi, Ninu Brockie, fólkaskúlalærara og MA í vegleiðing og Marnu Jacobsen, bókmentafrøðingi - um vón er fyri, semjum og samstarvi? 

Størsta og vanlukkuligasta stríðið, ið hevur myndað tíðindastreymin hesa vikuna, er kríggíð millum Ísrael og Palæstina. Tí mánadagin var eitt ár síðani, at Hamas framdi eitt yvirgangsálop á Ísrael, har 1.200 fólk doyðu og 250 fólk vórðu tikin gíslar. Ísrael svaraði aftur og líka síðan hevur opið kríggj verið millum partarnar. Ísraelsku myndugleikarnir hava sagt, at 726 ísraelskir hermenn hava latið lív síðan 7. oktober í fjør, og 4.500 hermenn fingið skaða. Á hinari síðuni siga heilsumyndugleikarnir í Gaza, at beint undir 42.000 palestinar hava latið lív og gott og væl 97.000 hava fingið skaða hetta seinasta árið. 

Vikupanelið lýsir, hvussu tey fata stríðið, nú kríggið hevur verið í eitt ár, og hevur flutt seg inn í Libanon, har Ísrael bumbar við tí endamáli at raka limir í Hizbollah, sum stuðla Hamas. Kunnu vit taka part ella skilja eitt so langt, torgreitt og syrgiligt stríð, og eru nakrar loysnir?

Ósemjur eru eisini í samband við, at sparingar skulu finnast í samband við fíggjarlógina - millum annað um ætlaðu broytingina í lógini um tillagað starv. Málið er ikki nóg væl lýst, ikki sent til hoyringar, og mann veit ikki, hvørt tað hevur við sær sparingar - var Vikupanelið samt um. Eisini at møguleikin um tillagað starv hevur stóran týdning persónliga og samfelagsbúskaparliga, og júst tí skulu tillagingar kannast væl, halda kjakararnir.

Samstarv og semjur eru eisini torførar at finna, tá tað snýr seg um stórar havnaútbyggingar. Tí hvør skal rinda hvat, og hvussu skulu inntøkur býtast. Duga vit sum heild ov illa at samstarva um stórar íløgur, og hvat er gagnligt at samstarva um og ikki, umrøddi kjakpanelið.

Lurtið eftir vikukjakinum her

1702025

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400