Á Breddanum: Aktivisma

Á Breddanum: Aktivisma
Í sendingini verður tosað við fólk, sum hava brúkt, ella brúka ein stóran part av síni tíð at arbeiða fyri eini søk
Hvørt mánakvøld fylkjast fólk, sum hava samhuga við Palestina, á Vaglinum í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2024 - 09:14

Hví brúka summi tíð og orku til politisk mál, sum tey onga beinleiðis ávirkan hava á -  og nær flytur aktivisma nakað? 

Á Breddanum í dag tosa vit við fólk, sum hava brúkt, ella brúka ein stóran part av síni tíð at arbeiða fyri eini søk, hóast tað stundum kann tykjast vónleyst at flyta nakað sum helst. 

Vit tosa við Elisu Vang, sum hvørt mánakvøld fylkist í samhuga við Palestina saman við 20-30 øðrum samsintum. 

Og vit tosa við Eilar Fagraklett, sum var ein av stovnarunum av LGBT+ í Føroyum, og Ruth Norgerð, fyrrverandi forkvinnu í Provita.

Hetta eru felagsskapir, sum á sín hátt hava arbeitt miðvíst á virðirspolitiska økinum í føroyska samfelagnum. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf. fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672