Håkan Ericson: Skeiðið hevur verið søguliga gott

Håkan Ericson: Skeiðið hevur verið søguliga gott
Frákoyrdi landsliðsvenjarin sigur, at hann vildi fegin sloppið at enda hetta árið, men hann hevur virðing fyri, at FSF nú vil sleppan annan veg
Håkan Ericson, frákoyrdur landsliðsvenjari, rósar teimum, sum hann hevur arbeitt saman við í Føroyum.
 
17.10.2024 - 07:59

- Tað hevur verið spennandi, men tað hevur eisini verið ein avbjóðing at leiða arbeiðið við avmarkaðum tilfeingi og úrvali, og at síggja, hvat mann kann gera móti nógv størri londum og liðum.

Tað sigur frákoyrdi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, í tíðindaskrivi, sum hann hevur sent út, eftir at FSF í gjár gjørdi av at enda samstarvið við svenska venjaran.

Í tíðindasrkivinum leggur hann dent á, at hvat úrslitum, stigum og málsgjøgnumsnitti viðvíkur, so hevur hetta fimm ára skeiðið verið søguliga gott.

Håkan Ericson rósar teimum, sum hann hevur arbeitt saman við í Føroyum.

 

Nógv skal mennast

- Tað er nógv, sum skal mennast, áðrenn Føroyar av álvara kunnu bjóða størru londunum av. Men tað ídni, sum eg havi møtt frá teimum fáu, sum arbeiða í fótbóltssambandinum, tað arbeiði, sum venjararnir gera í feløgunum, ofta sum teir einastu í føstum starvi í feløgunum, og tann eldhugur og loyalitetur, sum eg havi upplivað frá spælarunum, hevur verið framúr.

Svenski venjarin staðfestir, at arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri at fáa fleiri spælarar út í heim at spæla, fyri at styrkja altjóða kapppingarførið, fyri at skipa eitt endaspæl í heimligu kappingini, fyri at spæla meira álopskendan fótbólt, er komið frá honum sjálvum.

 

Finst at miðlum

Men har eru eisini atfinningar í tíðindaskrivinum, og tær eru serliga vendar ímóti miðlunum.

- Fólk, sum hava stóra ávirkan á miðlaumhvørvið, hava verið ivasom um tað, sum eg havi arbeitt fyri, og av tí at tað ikki hevur eydnast mær at koma á mál við mínum átøkum, sum eftir mínum tykki eru neyðug fyri at lyfta fótbóltin í landinum upp á næsta stig, hava vit í felag gjørt av at enda samstarvið. Eg vildi fegin sloppið at enda hetta árið, men eg havi virðing fyri, at mann longu nú vil sleppa ein annan veg, sigur Håkan Ericson í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364