Ætlaðu at smugla 1,3 milliónir kr. í reiðum peningi til Danmarkar

Ætlaðu at smugla 1,3 milliónir kr. í reiðum peningi til Danmarkar
Tollvaldið fann peningin, tá menninir vóru á veg til Danmarkar við Norrønu
Tollvaldið fann peningin í bilinum hjá monnunum, tá teir vóru á veg til Danmarkar við Norrønu í gjárkvøldið. (Savnsmynd)
 
18.10.2024 - 15:09

Fýra menn eru handtiknir fyri at hava roynt at smugla 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi úr Føroyum til Danmarkar.

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo 

Harumframt høvdu menninir 18 kilo av hassji og 700 gramm av amfetamini í varðveitslu, sum ætlandi skuldi seljast í Føroyum. 

Tað var tollvaldið, sum fann peningin í bilinum hjá monnunum, tá teir vóru á veg til Danmarkar við Norrønu í gjárkvøldið. 

Tá vóru teir fýra eisini handtiknir - teir nokta seg allir sekar, skrivar Frihedssbrevet.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341