Benny úr ABBA í Norðurljóði: "Torførari at skriva tónleik við aldrinum"

Benny úr ABBA í Norðurljóði: "Torførari at skriva tónleik við aldrinum"
"Eg veit ikki, hvat eg annars skuldi tikist við, um eg ikki skrivaði og framførdi tónleik," viðgongur 77 ára gamli Benny Andersson úr ABBA í samrøðu við Ragnar A. Jacobsen
Benny Andersson spælir dansibandstónleik við orkestri sínum Benny Andersson Orkester
Mynd: Benny Andersson Orkester á Facebook  
 
21.10.2024 - 17:06

Ragnar A. Jacobsen úr Norðurljóði hevur tosað við Benny Andersson úr ABBA í sendingini Norðurljóð. 

Hetta hendir í sambandi við, at dansibandsbólkurin hjá svensku tónleikalegenduni, Benny Anderssons orkester, júst hevur útgivið sína 11. útgávu, "Alla kan dansa". 

Benny Andersson er í dag vorðin 77 ár, men hann er enn sera virkin. 

"Eg veit ikki, hvat eg annars skuldi tikist við, um eg ikki skrivaði tónleik," viðgongur Benny Andersson, sum tó ásannar, at aldurin byrjar at merkjast.  

 

Torførari at skriva tónleik við aldrinum

Benny Andersson greiðir frá, at hann roynir ikki at arbeiða ov nógv, nú hann er vorðin 77 ár.

"Eg royni ikki róta meg út í alt ov stórar verkætlanir, má eg viðganga. Eftir Abba Voyage í London, havi eg tikið tað rættiliga róligt og bara skrivað eitt sindur av tónleiki til sjónvarpsrøðir og sovorðið. Men eg eri til arbeiðis í upptøkuhølinum hvønn dag og skrivi tónleiki til eitthvørt, eitt nú til bólkin hjá mær."

Spurdur, um tað er eins lætt at skriva nýggjan tónleik í dag, sum tað var, tá ABBA var í hæddini, ásannar Benny Andersson, at tað er tað ikki.  

"Tað er nú bara einferð soleiðis, at tað mann einaferð hevur skrivað, kann mann ikki skriva einaferð afturat. Í so máta, so verður tað torførari at skriva tónleik fyri hvørt ár, ið gongur," hugleiðir Benny Andersson. 

Samrøðan við Benny Andersson kann hoyrast í sendingini Norðurljóð á KVF Ljóð. 

 

Hvat: Norðurljóð
Hvar: í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 16.05 ella tá tú hevur tíð á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786