Evropameistari í bodybuilding ovfarin av viðmerkingum á netinum

Evropameistari í bodybuilding ovfarin av viðmerkingum á netinum
Tú kanst hava tína meining, men tað er ikki altíð neyðugt at skriva hana alment, sigur Susan Friang Gamsgaard um tær keðiligu viðmerkingarnar á sosialum miðlum
Mynd: TV2 Østjylland  
 
22.10.2024 - 11:58



Leygardagin var evropameistarakapping í natúrligari bodybuilding í Randers í Danmark.

Vinnari í sínum bólki bleiv Susan Friang Gamsgaard úr Fuglafirði, sum býr og arbeiðir í Árhus.

Áhugin fyri bodybuilding tók seg upp longu á barnaárum. Hon og pápin sóu viðhvørt menn í sjónvarpinum vísa sínar vøddar, og tað tendraði okkurt í Susan.

Í 2015 fór hon undir miðvísa vøddavenjing. Hon vann fyrstu kapping, hon var við í og síðani eru nógv góð úrslit komin í hús. Teirra millum bæði EM og HM-heiti.

Danskir miðlar hava í seinastuni gjørt fitt burtur úr góðu úrslitunum, ið 43 ára gamla Susan Friang Gamsgaard hevur fingið.

Í tí sambandi eru eisini komnar nógvar viðmerkingar á sosialum miðlum. Flestu hava verið positivar, men tað er komið óvart á Susan, at nógv eisini hava hug at oysa gor og gall í sínum viðmerkingum.

Eitt nú eru fólk, ið ikki halda tað sømir seg, at kvinnur eru so vøddamiklar.

- Vit kunnu hava ymsar meiningar, men vit eiga at hava í huga, at tað er ein móttakari í hinum endanum, sigur Susan Friang Gamsgaard.

Myndin omanfyri er lænt frá TV2 Østjylland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666