Ov tíðliga at meta um ávirkan av skattaumskipanini

Ov tíðliga at meta um ávirkan av skattaumskipanini
Inntøkuskatturin er lækkaður, men broytingarnar hjá teimum, sum arbeiða á sjónum ella uttanlands, henda fram til 2026
Frameftir eigur at verða arbeitt við, hvussu inntøkuskatturin ábyrgdarfult kann lækka enn meira, so tað ikki heldur fólki og fyritøkum aftur at arbeiða - bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ruth Vang.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 08:36

Enn er ov tíðliga at gera ítøkiligar metingar um, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Grím Sundstein, løgtingsmann, sum spurdi, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt fyri tey, sum arbeiða uttanlands.

Landsstýriskvinnan vísir á, at skattaumskipanin, sum var samtykt í fjør, hevði til endamáls at lækka inntøkuskattin og taka burtur skattligar fyrimunir við at arbeiða á sjónum ella uttanlands samanborið við at arbeiða á landi í Føroyum.

 

Skatturin lækkaður

Inntøkuskatturin er lækkaður í ár og lækkar aftur í 2025, meðan broytingarnar fyri føroyingar, sum arbeiða á sjónum ella uttanlands, henda fram til 2026.

Fíggjarmálaráðið gjørdi í sambandi við viðgerðina av umskipanina greiningar, sum vístu, hvussu ymsu bólkarnir fóru at verða ávirkaðir.

Enn er skattaárið 2024 ikki liðugt. Haraftrat skulu avleiðingar av skattabroytingum síggjast sum frá líður, tí flestu avleiðingarnar av slíkum bygnaðarligum broytingum henda, so hvørt sum fólk leggja lívið til rættis og taka støðu til starv, arbeiðstíð, útbúgving og so framvegis.

Frameftir eigur at verða arbeitt við, hvussu inntøkuskatturin ábyrgdarfult kann lækka enn meira, so tað ikki heldur fólki og fyritøkum aftur at arbeiða - bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858