Útlendingar skulu gjalda fyri Bussleiðina

Útlendingar skulu gjalda fyri Bussleiðina
Tórshavnar býráð fer á fundi í kvøld at viðgera eitt tilmæli um nýggja ferðaseðlaskipan
Ætlanin er, at útlendingar og fólk, sum búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðarkommununi, skulu gjalda fyri at brúka Bussleiðina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2024 - 13:04

Stendur tað til fíggjarnevndina í Tórshavnar kommunu, skulu útlendsk ferðafólk frameftir gjalda fyri at brúka Bussleiðina í Havn. Og tað skulu føroyingar, sum búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðarkommununi, kanska eisini.

Á býráðsfundinum í kvøld er eitt av teimum 25 málunum á skránni ein gjaldsskipan til Bussleiðina.

 

Kostar 36 milliónir

Í dag er skipanin tann, at tað einki kostar hjá brúkarum at koyra við Bussleiðini. Tað vil samstundis siga, at tað er kommunan, og harvið skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu, sum fíggja kommunalu bussleiðina í høvuðsstaðnum. 

Sambært roknskapinum hjá kommununi kostaði tað slakar 36 milliónir krónur at reka Bussleiðina í fjør.

Tað hevur í fleiri ár verið ein politiskur vilji at broyta skipanina soleiðis, at í minsta lagi útlendsku ferðafólkini skulu gjalda fyri at brúka Bussleiðina, og í upprunaupplegginum standa aðrir føroyingar eisini nevndir. 

Eisini verður ført fram, at verandi skipan hevur neiliga ávirkan, og er kappingaravlagandi fyri hýruvognsvinnuna í høvuðsstaðnum.

 

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Trý sløg av ferðaseðlum

Ein av avbjóðingunum við málinum hevur verið, hvussu tað praktiskt skal skipast og loysast, og sum málið liggur nú, er ein app, sum er knýtt at bókhaldsskipanini hjá kommunini, gjørd, og tað verður á hesi appini, at ferðaseðlarnir skulu keypast.

Málið var fyri á fundi í fíggjarnevndini hjá kommununi 20. juni, og tilmælið haðani var, at tað skulu gerast trý sløg av ferðaseðlum. Ein 24-tíma ferðaseðil, ein tríggjar daga ferðaseðil og ein vikuferðaseðil. Tá var mælt til, at tey skuldu kosta ávikavist 50, 120 og 210 krónur, og sum skilst, bygdi tað á eina samanberingar við prísirnar í t.d. Reykjavík.

Men nú málið hevur verið aftur í fíggjarnevndini fyrst í hesum mánaðinum, eru prísuppskotini broytt, so tað eftir ætlan skal kosta 100 krónur fyri ein samdøgursferðaseðil, 200 krónur fyri trý samdøgur og 500 krónur fyri ein vikuferðaseðil.

 

Ikki semja

Tað er tó ikki heilt semja í fíggjarnevndini um henda partin, og tí er tað meirilutin við Heðini Mortensen, Kára Johansen, Trónda Sigurðssyni og Birgiri Nielsen, sum mæla til hægru prísirnar. Jákup Dam tekur undir við upprunaliga tilmælinum.

Tað stendur einki í dagsskránni, nær ætlanin er at seta skipanina í gildi. Tað er tó ikki óhugsandi, at skipanin kemur í gildi við ársbyrjan.

Sum skilst er í løtuni ikki semja, um skipanin skal galda fyri aðrar føroyingar frá byrjan. Har eru nakrir óloysir spurningar, sum millum annað kunnu raka bygdanæmingar, sum eitt nú lesa á Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598