Treytaðan dóm og samfelagstænastu fyri blúnisbrot

Treytaðan dóm og samfelagstænastu fyri blúnisbrot
Verjin hjá dømda manninum hevur biðið um umhugsanartíð, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin
Kravið hjá ákæruvaldinum var átta mánaðir treytaleysir. Maðurin noktaði seg sekan. (Savnsmynd)
 
28.10.2024 - 11:00

Ein 58 ára gamal maður fekk fyrrapartin seks mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot.

Hann skal eisini, sambært dóminum hjá Føroya rætti, gera samfelagstænastu í 120 tímar og rinda kvinnunum, sum hann er dømdir fyri at gera seg inn á, endurgjald.

Endurgjaldið er millum 5.000 og 10.000 krónur til hvørja.

Maðurin var ikki sjálvur í rættinum, tá dómurin fall, men verjin hjá honum bað um umhugsanartíð, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

 

Viðgerðarstovur í Havn og Klaksvík

Maðurin var ákærdur fyri at hava framt blúnisbrot móti 12 kvinnum, meðan hann gav teimum viðgerðir á sínum viðgerðarstovum í Havn og Klaksvík. 

Maðurin hevur, sambært ákæruritinum, framt hesi brotini frá 2018 til 2021.

Av tí at málini eru so gomul, var dómurin treytaður.

Kravið hjá ákæruvaldinum var átta mánaðir treytaleysir. Maðurin noktaði seg sekan.

Hann var frídømdur í onkrum máli og í teimum førunum, har rætturin ikki helt, at brotini, maðurin var ákærdur fyri, vóru av kynsligum slagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025