Dekkaraútbúgving sum fjarlestur ella sjálvlestur

Dekkaraútbúgving sum fjarlestur ella sjálvlestur
Tað er umráðandi, at til ber hjá fólki við yrkisútbúgving ella yrkisroyndum at førleikameta seg og fáa stytt skúlatíðina, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip
Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið um kunngerð at útbúgva dekkarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2024 - 08:06

Sjófólk eiga at kunna taka nýggju útbúgvingina til dekkara sum fjarlestur ella sjálvlestur.

Tað sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip í sínum hoyringarsvari um uppskotið um kunngerð, hvussu dekkarar til handilsskip skulu útbúgvast.

Tað er umráðandi, at til ber hjá fólki við yrkisútbúgving ella yrkisroyndum at førleikameta seg og fáa stytt skúlatíðina. 

Felagið ivast tó í, um besta loysnin er at vísa til kunngerð um førleikameting. 

Eitt nú, tí aldursmarkið har er 25 ár. 

Uppskotið nevnir heldur ikki ítøkiliga, hvussu arbeiðsroyndir vera mettar. 

Reiðarafelagið mælir til, at útbúgvingin verður smidligari og nevnir fjarlestur og sjálvlestur, so tey, sum taka útbúgvingina, ikki noyðast at fara út starvi sínum ímeðan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065