Semingsroyndin byrjar í morgun

Semingsroyndin byrjar í morgun
Samráðingarnar millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið slitnaðu 31. oktober, og semingsstovnurin var boðsendur
Samráðingarnar slitnaðu 31. oktober, og í morgun byrjar semingsroyndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2024 - 08:11

Í morgun klokkan níggju byrjar semingsroyndin millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

Fríggjadagin hevði Semingsstovnurin fund við Starvsfelagið og mánadagin var fundur við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Semingsmaðurin vónar at kunna leggja fram semingsuppskot rímiliga skjótt.

Partarnir hava havt seks samráðingarfundir.

Men 31. oktober slitnaðu samráðingarnar, og semingsstovnurin var boðsendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775