Landskassin stóran leiklut í Suðuroyartunlinum

Landskassin stóran leiklut í Suðuroyartunlinum
Landskassin skal bæði standa fyri eginfíggingini og læna pengar at læna víðari til almenna partafelagið, sum skal gera tunnil til Suðuroynna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2024 - 13:14

Landsstýrið, og harvið landskassin, kemur at hava ein munandi meira aktivan leiklut í fíggingini av Suðuroyartunlinum, sammett við Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

Tað sæst í fylgiskjalinum til lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin, sum lýsir fíggingarleistin.

Í løtuni verður roknað við, at tunnilsverkætlanin fer at kosta fýra milliardir krónur í "2024-krónum."

Upphæddin skal tó takast við stórum fyrivarni, bæði tí at fyrireikingararbeiðið ikki er liðugt enn og tí at tunnilsarbeiðið enn ikki er bjóðað út. 

Við støði í prísinum, fýra milliardir krónur, skal eftir ætlan ein milliard krónur játtast, beinleiðis á fíggjarlógini. Ítøkiliga 100 milliónir krónur um árið, næstu 10 árini. 

Síðani skulu 350 milliónir koma úr Íleggingargrunninum, sum skilst sum eitt rentufrítt og avdráttarfrítt lán, í øllum føri í eitt tíðarskeið.

Og so skal landskassin læna restina av pengunum, sum síðani verða læntir víðari til partafelagið Suðuroyartunnilin. Leisturin er, at landskassin tekur lán, so hvørt tørvur er á pengunum. Lánið frá landskassanum til tunnilsfelagið røkkur tilsamans 40 ár, harav 10 ár til byggitíðarskeiðið og 30 ár frá tí at tunnilin er tikin í nýtslu.

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Suðuroyartunnilin, sigur soleiðis um fíggingarleistin:

Teitur_um_tunnilsfigging

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522