Mintust Krystallnáttina

Mintust Krystallnáttina
Ymsastaðni í londunum rundan um okkum mintust tey í gjárkvøldið, at 86 ár vóru liðin síðani Kristallnáttina í 1938.
Millum annað í Kjøpinhavn mintust tey Krystallnáttina við kyndlagongu og røðum
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2024 - 10:21

Hesa náttina drupu nazistar í Týsklandi yvir 90 jødar og gjørdu seg inn á túsundtals jødiskar forrætningar og fleiri sýnagogur, og meira enn 25.000 jødar vórðu tiknir og sendir í týningarlegur.

Millum røðararnar framman fyri synagoguni í Krystalgade í Kjøpinhavn var danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen.

- Alt, sum er hent í søgu okkara, eiga vit at læra av, segði hon og sipaði til, hvussu stutt síðani Krystallnáttin í veruleikanum var.

Síðani yvirgangsatsóknina hjá palestinska Hamas í Ísrael tann 7. oktobur í fjør, sum kravdi 1200 mannalív og 240 gíslar vóru tiknir, stendur antisemittisman aftur í fullum blóma og fleiri kanningar hava víst, at jødar aftur kenna seg ótryggar í europeisku londum.

So seint sum í hesi vikuni vórðu ísraelskir fótbóltsfjepparar álopnir av Palestina-stuðlum eftir ein Europa League-dyst í Amsterdam í Hollandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089