Ákærdur fyri smugling og fyri at royna at hvítvaska pening

Ákærdur fyri smugling og fyri at royna at hvítvaska pening
21 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at smugla evni, sum verður brúkt at gera rúsevni, og fyri at royna at hvítvaska pengar, ið stava frá ólógligum virksemi
Sambært ákæruritinum kunnu teir 7,2 litrarnir, sum vóru í sodavatnsblikkum, brúkast til at gera 21 kilo og 191 gramm av MDMA, ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini. (Savnsmynd)
 
11.11.2024 - 09:11

Ein 21 ára gamal maður er ákærdur í sambandi við 7,2 litrar av evninum 5F-MDMB-PINACA, sum verður brúkt til at gera rúsevni.

Maðurin var tikin, tá hann var eftir einum bili, sum stóð á Óðinshædd.

Bilurin kom við Norrønu sama dagin.

Ákærdi maðurin kom ikki sjálvur við bilinum til Føroya. Men hann er ákærdur fyri at hava staðið fyri smuglingini.

Sambært ákæruritinum kunnu teir 7,2 litrarnir, sum vóru í sodavatnsblikkum, brúkast til at gera 21 kilo og 191 gramm av MDMA ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini.

Maðurin var tikin 17. juli og hevur verið í varðhaldinum í Mjørkadali síðani.

Ein annar maður er skuldsettur í málinum.

Og haraftrat sigur politiið, at fleiri, bæði í Føroyum og í Danmark, eru við.

Men politiið veit ikki nú, hvørjir teir eru.

 

Eisini ákærdur fyri hvítvask

Tann 21 ára gamli maðurin er eisini ákærdur fyri at royna at hvítvaska pengar.

Hann var tikin á flogvøllinum, tá hann skuldi til Keyphannahavnar.

Hann hevði 35.000 kr. við sær.

Politiið sigur, at pengarnir stava beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi.

Hetta var 23. februar í ár.  

Maðurin noktar seg sekan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847