Stjórin í Magn farin frá - talan er um innanhýsis mál

Stjórin í Magn farin frá - talan er um innanhýsis mál
Finn Jakobsen fer úr starvinum beinan vegin, og Christian Nagata, næstformaður í Magn, verður fyribils stjóri
Finn Jakobsen hevur verið stjóri í Magn síðani 2020.
 
12.11.2024 - 17:31

Orkufelagið Magn skal hava nýggjan stjóra.

Tað boðar felagið frá í dag. 
 
Magn skrivar, at avtala er gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn Jakobsen hevur verið stjóri síðani 2020, og frammanundan var hann tekniskur stjóri.

Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin.

Fyribils stjóri verður Christian Nagata, næstformaður í P/f Magn. Christian Nagata hevur undan næstformanssessinum verið nevndarformaður í Magn frá 2006 til 2015, og frammanundan var hann fíggjarstjóri.

 

Christian Nagata. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Vit hava ringt til nevndarformannin í Magn, Jan Petersen og spurt, um nøkur ósemja er grundarlag undir avtaluni. Hann hevur einki at leggja aftrat skrivinum, men sigur, at tað snýr seg um eitt innanhýsis mál í Magn. 

Magn fer nú undir tilgongdina at søkja eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við skjótast gjørligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846