Bátur á land

Bátur á land
Eingin skaði hendi, tá ein útróðrarbátur fór á land á Borðoynni í nátt
Báturin fór á land sunnanfyri Norðdepil, sum er vinstrumegin á myndini.
 
14.11.2024 - 07:56

Beint fyri klokkan hálvgum fýra í nátt fór ein lítil útróðrarbátur á land sunnanfyri Norðdepil.

Báturin hevði verið til fiskiskap.

Tríggir menn vóru við. Teir fingu ongan skaða.

Brimil og Ziska vóru sendir at hjálpa.

Men áðrenn teir komu fram, flotnaði báturin slakar tveir tímar seinni av flóðini og sigldi sjálvur til Hvannasunds.

Har var staðfest, at báturin ongan skaða fekk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329