Óneyðugt tap fyri Norðurmakedónia

Óneyðugt tap fyri Norðurmakedónia
Persónligt mistak kostaði føroyska liðnum playoff-dyst at sleppa upp í deild B
 
17.11.2024 - 16:02

Tað verður mangan sagt, at tað gongur skjótt í fótbólti og politikki. Bara fyri nøkrum døgum síðan snúði alt tosið innan føroyska fótbóltsheimin um, at tað hevði verið ein vanlukka, um føroyska A-landsliðið flutti niður í deild D í Nations League, men eftir flottan útisigur móti Armenia, snúði prátið seg brádliga um møguleikan at flyta upp í deild B.

Seks broytingar vórðu framdar í mun til dystin móti Armenia, har millum annað Hallur Hansson byrjaði inni, eftir ein longri steðg frá landsliðnum.

Hóast liðið var nógv í verjustøðu, so var spælið rættiliga skipað frameftir, tá okkara menn fóru í álop. Men ofta haltaði tað við endaframleiðsluni, tá føroyingar høvdu innkøst ella innlegg skuldu skjótast inn fyri.

Í fyrra hálvleiki vóru ikki teir stóru málmøguleikar, men beint fyri hálvleik spældi heimaliðið seg fram til góðan málmøguleika, men Andrias Edmundsson megnaði at kroysta álopsspælaran so mikið væl, at skotið fór við síðuna av.

Norðurmakedónar høvdu bóltin meira, men føroyska liðið stóð væl á vøllinum, og góvu ikki heimaliðnum pláss at skapa málmøguleikar.

0-0 í hálvleikinum.

Luftskot kostaðu
Eftir steðgin byrjaði heimaliðið betur.

Men tá lítil tími var spældur, spældu føroyingar seg fram til góðan málmøguleika, tá Brandur Hendriksson spældi Petur Knudsen púra frían frammanfyri norðurmakedónska málinum, men tíverri rakti NSÍ-framherjin ikki bóltin, og so spurdist ikki meira burturúr hesum møguleika.

Og tá føroyingarnir ikki skora upp á sínar møguleikar, verður tað revsað í hinum endanum. Teir møguleikar, sum norðurmakedónar fingu, vórðu skaptir eftir at heimaliðið spældi gjøgnum miðjuna. Ein langur bóltur varð sendur frameftir, har Gunnar Vatnhamar bara skuldi skjóta bóltin burtur av vandaleið, men tíverri rakti miðverjin ikki bóltin sum hann ætlaði, og so kundi Bojan Miovski ótarnaður leggja heimaliðið á odda 1-0.

Restina av dystinum fluttu norðurmakedónar bóltin væl ímillum sín, og tað tóktiskt torført at vinna bóltin – kanska eisini tí, at orkan hjá føroyingum so smátt var byrjað at ganga undan.

Seinastu løtuna av dystinum flutti føroyska liðið fleiri fólk fram, men lítið batti.

Norðurmakedónia vann sostatt dystin 1-0 og staðfesti fyrsta plássið bólkinum, meðan Føroyar endaðu á triðja plássi í bólki C4, tí í Riga vann Armenia 2-1 móti Lettlandi, og harvið er tað Armenia, ið skal spæla um uppflyting til deild B.

 

Todor Proeski Stadion (Nations League, 6. umfar)

Norðurmakedónia - Føroyar, 0-1 (0-0)

1-0 Bojan Miovski, 62 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776