Løgmaður og Høgni Hoydal boðsendir á fund í uttanlandsnevndini

Løgmaður og Høgni Hoydal boðsendir á fund í uttanlandsnevndini
Ráðførslan um russlandssáttmálan var aftur á skránni hjá uttanlandsnevndini fyrrapartin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, saman við embætisfólkum á veg á fund í uttanlandsnevndini fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2024 - 10:59

Ráðførslan í uttanlandsnevndini um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2025 hevur hildið fram fyrrapartin. 

Nevndin sendi boð eftir landsstýrismonnunum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennisi Holm, uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, og løgmanni, Aksel V. Johannesen.

Tíðindamaður Frants Jensen fekk orð á Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, tá teir fóru á fund fyrrapartin, men teir vóru fámæltir:

 

22112024_Hogni_og_Aksel

 

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, væntar, at Dennis Holm, landsstýrismaður, fær svar frá uttanlandsnevndini um vikuskiftið.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786