Skattaprosentið í Vági kvinkar niðureftir

Skattaprosentið í Vági kvinkar niðureftir
Vágs býráð samtykti á býráðsfundi fríggjakvøldið, at næsta ár lækkar skattaprosentið 0,2 prosentstig. Seks milliónir krónur eru settar av til íløgur í Vági.
 
24.11.2024 - 13:51

Tað verður eitt sindur bíligari at búgva í Vági næsta ár.

Vágs býráð samtykti á býráðsfundi fríggjakvøldið, at næsta ár lækkar skattaprosentið 0,2 prosentstig, úr 21,1 prosentum niður í 20,9 prosent.

Skattalættin kostar umleið hálva millión krónur, sambært kommununi.

Barnafrádrátturin í Vágs Kommunu verður óbroyttur næsta ár, 6250 krónur fyri barnið.

Sambært fíggjarætlanini fyri 2025 verða samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu 78,4 milliónir krónur næsta ár. 

Raksturin kostar 72,9 milliónir, og íløgur skulu gerast fyri seks milliónir krónur. Pengarnir fara millum annað til ábøtur á Vágs skúla, ljós til fótbóltsvøllin, smærri ábøtur á havnaøkinum, spillvatnsætlan og 550.000 krónur skulu brúkast til asfaltering og gongubreyt.

Sambært fundarskránni hjá Vágs Kommunu var fundurin fríggjakvøldið, har fíggjarætlanin fyri 2025 varð endaliga samtykt, hin næstsíðsti hjá sitandi býráð.

Enn hevur býráðið, ið tekur við á nýggjárinum, ikki skipað seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221