Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Sveis

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Sveis
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í javnleikinum ímóti Kroatia og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
30.11.2024 - 10:46

Føroyar spæla sín fyrsta dyst nakrantíð í einum endaspæli fyri vaksnamannalið. Hesar dystirnar verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5-stjørnu skala.

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”.

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”.

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”.

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”.

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”.


Rakul Wardum 4

Rakul Wardum vardi málið størsta partin av seinna hálvleiki og gjørdi tað sera gott. Saman við Anniku, hava vit veruliga tveir góðar málverjar ímóti Sveis. Avgjørt eitt avrik, Rakul kann vera errin av.

Annika Fríðheim Petersen 4

Annika er við sínum níggju bjargingum við til at halda úrslitinum í hálvleikinum so nøkulunda. Avgjørt eitt góðkent avrik frá Anniku, sum eins og Rakul kann vera errin av avrikinum. 


Annika Fríðheim Petersen spældi væl fyri steðgin, áðrenn Rakul Wardum í minsta lagi gjørdi henni kynstrið eftir í seinna hálvleiki: MYND: Kollektif

 

Turið Arge Samuelsen 2

Kanska ikki júst byrjanin, sum Turið kundi hugsað sær, uppá hetta endaspælið. Tvær ferðir traðkaði hon yvir, men møguliga hongur tað saman við, at hon til dagligt ikki spælir vongur. Turið er vanliga ein spælari, sum krevur sera nógv av sær sjálvari, og tí er hon neyvan nøgd við avrikið ímóti Sveis.

Marita Mortensen

Kom ikki á vøllin.

Jana Mittún 3

Jana hevur ein sera misjavnan dyst, har hon í einar 40 minuttir ikki hepnast serliga væl við spælinum hjá sær. Hon vinnur heldur ikki nóg nógvar tvídystir, tí ferðin heilt einfalt ikki er nóg góð. Og so sníkja alt ov nógvar tekniskar villur seg inn í spælið. Men brádliga broytist bæði liðið og Jana, og ferðin verður sett upp, og alt gongur upp í eina hægri eind. Hesa løtuna er Jana avgjørt ein av berandi kreftunum, so hon fær samanlagt 3 fyri miðal avrik.

Súna Krossteig Hansen 3

Súna er eisini ein av spælarunum, sum leita eftir loysnunum í álopinum. Stóran part av dystinum eydnaðist hetta ikki serliga væl. Tað verður roynt og roynt, men ferðin var bara ov lítil til at skaða verjuna hjá Sveis. Men so broyttist alt knappliga, ferðin fór upp og vit heinta og heinta. Her var Súna eisini rættuliga sjónsk. Verjuparturin hjá Súnu var góðkendur.


Súna Krossteig Hansen í nærdysti við sveisisku verjuna. Ikki fyrrenn eini 20 minuttir vóru eftir, kom glið á hjá nummar 10 og hinum í álopsketuni. MYND: Kollektif

 

Lukka Arge

Skýtur bert brotskøst og spælir annars ikki. Fært tí ikki karakter fyri tað. Skorar tvey av trimum. 

Brynhild Pálsdóttir 2

Vit stríðast við at fáa mál frá vonginum, og Brynhild fær eitt mál við fýra royndum. Okkurt pressað skot, men eisini okkurt, sum átti at verið avgreitt betur. Verjuparturin var sum heild góður.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2,5

Lív byrjar inni og er sum altíð sera góð í verjupartinum. Tann parturin av spælinum er nærum altíð lítaleysur hjá Lív. Men eitt mál uppá tríggjar møguleikar er ikki nøktandi. Havast skal eisini í huga, at har vóru onkrir møguleikar, sum Lív ikki heilt vilda taka, hóast kjansurin var har. Tað hongur helst saman við manglandi trúgv uppá, at tað fór at eydnast.

Rannvá Olsen

Kom ikki á vøllin.

Anna Elisabeth H. Weyhe 2

Kemur inn í dystin og hevur beinanvegin eina sera óhepna støðu, har hon bæði gevur brotskast og fær útvísing. Hetta var fyrsti dysturin í einum endaspæli hjá Annu Elisabeth, men helst er hetta ein dystur, sum er til gloymibókina.

Bjarta Osberg Johansen 3

Við Bjartu fært tú altíð ”fight”. Hon góðtekur bara at berjast, og tað er ein sera góður eginleiki. Tvær ferðir verður Bjarta dømd fyri at hava screenað skeivt. Tað telur eitt sindur niður. Men sum heilt lá hennara partur ikki eftir. Fekk ein møgleika í álopinum til skot og avgreiðir sera trygt.

Brynja Høj 3

Saman við Bjartu, er Brynja eisini stríðskvinnan fram um hinar á liðinum. Tað eru tær, sum alla tíðina fáa hinar við. Í dag var einki undantak. Stríddist væl og hevði rættuliga gott tak á sera sterka strikuleikaranum hjá Sveis. Alt í alt eitt góðkent avrik frá Brynju.


Sambært Inga Olsen spældi føroyski liðskiparin, Pernille Brandenborg, best av føroysku útispælarunum. MYND: Kollektif

 

Pernille Brandenborg 3,5

Liðskiparin hjá Føroyum spældi ein sera góðan verjudyst. Skorar sjey mál við 10 royndum í dag. Fær hon fatur á bóltinum, er hon sera trupul at halda, og fær so antin mál ella brotskast. Okkurt innspæl afturat skuldi hon helst havt loftað, men hon er helst besti føroyski spælarin, um vit ikki taka málverjarnar við.

Elsa Egholm 2,5

Elsa fær loyvi at byrja dystin ímóti Sveis. Tað tók kanska onkran á bóli, og kanska var Elsa heldur anonym í dag. Tað er ikki lættasta uppgávan at skula leggja press á høgra bakki, sum høgra hent, og tað sást kanska eisini aftur í dag. Í seinna hálvleiki vóru onkrar villur í verjuni, áðrenn hon bleiv skift út.

Maria Pálsdóttir Nólsoy 2,5

Eins og restin av liðnum, var Maria sera spøk stóran part av dystinum. Men eisini Maria vaknaði, saman við hinum í seinna hálvleiki. Ov lítil ferð var á spælinum, og tí gekk illa at gera tað trupult hjá sveisisku verjuni. Ikki fyrr enn seint í dystinum kom meiri ferð á, og tá byrjaði at ganga betur. Men samanlagt ikki besti dysturin hjá Mariu.

Bjørk Franksdóttir Joensen

Ikki á dómaraseðlinum

Lív Bentsdóttir Zachariasen

Ikki á dómaraseðlinum


Claus Mogensen og Simon Olsen høvdu úr at gera í dystinum ímóti Sveis, har tað gekk av skriðuni fyri steðgin. MYND: Kollektif

 

Claus Mogensen 3

Ein sera trupul byrjan uppá kappingina, má sigast. Tað er nú einaferð soleiðis, at venjarin hevur ábyrgdina av, at leikarar eru klárir. Tað vóru teir ikki í dag. Í hvussu er ikki stóran part av dystinum. Men tað bleiv roynt og roynt og longu eftir 5 minuttum í seinna hálvleiki, hevði hann tikið sítt triðja leikbrá, og endiliga fekst okkurt at eydnast.

Sjálvur saknaði eg, at vit royndu við skotum útifrá, tá ið tað als ikki riggaði at koma ígjøgnum sveisisku verjuna. Vit hava m.a. Maritu Mortensen, sum kundi komið inn og roynt seg, tá nú einki annað sá út til at ganga. Yvirhøvur ein sera trupul byrjan, men tað telur hóast alt rætta vegin, at dysturin bleiv sera spennandi til seinast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666