FM-sendarin á Skeiðini í Sørvági er óvirkin

FM-sendarin á Skeiðini í Sørvági er óvirkin
Boðað verður nú frá, at FM-sendarin á Skeiðini í Sørvági, ið sendir á frekvensinum 87,9 MHz, er óvirkin í løtuni. FM-sendarin á Presttanga í Miðvági, 99,50 MHz, er óstøðugur
 
05.12.2024 - 10:50

Fólk í Sørvági hava ikki hoyrt útvarpið so væl, sum tey plaga, og tað er ein orsøk til tess. 

FM-sendarin á Skeiðini í Sørvági, ið sendir á frekvensi 87,90 MHz, er óvirkin í løtuni.

FT-Net, ið umsitur almenna FM-netið, er kunnað, og sigur, at líkt er til, at ein antennan í mastrini, ið er farin í illveðrinum í nátt.

Farið verður niðan á Skeiðina at umvæla brekið, so skjótt veðrið loyvir tí, sigur FT-Net í fráboðan, men leggur afturat, at tað verður neyvan fyrr enn fyrrapartin í morgin, tá hann sigur frá minni vindi. 

Fólk í Sørvági kunnu annars lurta eftir FM-sendaranum á Knúki í Mykinesi á frekvensinum 90,6 MHz. Hann eigur at dekka stóran part av Sørvági, sigur altso FT-Net.

Eisini í Miðvági hava hoyrlíkindini ikki verið serliga góð fyrrapartin, og tað er tí at FM-sendarin á Presttanga í Miðvági, 99.50 MHz, er eisini óstøðugur. FT-Net hyggur uppá hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985